Sluppu ikki heim úr Koltri

Rescue Lív mátti um vikuskifti eftir ferðafólkum, sum sótu eftir í Koltri

Bryndis Hjartardóttir
15. juni 2020 kl. 15:03

Ferðafólk á Koltursdegnum sótu eftir á oynni, tá Silja Star mátti úr siglingini vegna motorskaða.

Leygardagin skipaði Visit Tórshavn fyri Kolturdegi. Árligi oyggjardagurin hjá Visit Tórshavn skuldi av røttum verða hetta vikuskifti, men avgjørt var at avlýsa vegna koronatilmælunum. Í staðin varð skipað fyri einum smærri tiltaki í Koltri.

Yvir 200 fólk høvdu keypt atgongumerki til tiltakið og Silja Star silgdi í hesum sambandi frá Gomlurætt. Dagurin var skipaður so, at ferðafólkini vóru deild í bólkar á 25, tilsamans skuldu 9 bólkar út á oynna leygardagin.

Hetta gekk tó ikki fyri øll. Vegna motorbrek mátti Silja Star úr siglingini og teir seinastu tríggir bólkarnir blivu avlýstir.

Hetta hevði eisini við sær, at tríggir bólkar vóru eftir á oynni. Tað gekk striltið at finna avloysara at fara eftir hesum fólkunum ogfáa tey heim. Endin var, at Rescue Lív førdi fólkið yvir um fjørðin aftur.

Hetta var ikki ein bílig loysn, sigur stjórin á Visit Tórshavn, Barbara Samuelsen, men tað var alíkavæl tann bíligasta av teimum møguleikunum tey høvdu, greiður hon frá.

 

Tiltakið var serstakliga væl móttikið og atgongumerkini vóru øll seld eftir fáum minuttum, so hon skilur væl, at tey, sum ikki sloppu út eru skuffaði. Tað verður í løtuni kannað um til ber at skipa fyri einum líknandi tiltaki í nærmastu framtíð. Um hetta ber á mál, so eru tey 75, sum vóru á avlýstu túrunum í fremstu røð, sigur stjórin á Visit Tórshavn.