Sluppu ikki at leggja prógvini um Paul Watson, fyri rættin

Hetta er ein hevndaratsókn ímóti mær, sigur Paul Watson, sum heldur vildi sleppa á hotell at vera, ístaðin fyri at verða sitandi í varðhaldinum

Paul Watson varð førdur í rættin í gjár - og hann lyfti hendurnar upp fyri at vísa, at hann var lagdur í hondjørn
Áki Bertholdsen
16. august 2024 kl. 15:07

Tá ið hvalamótstøðumaðurin, Paul Watson, var í rættinum í gjár, ætlaðu sakførarar hansara at leggja prógv fram, sum skuldi vísa, at hann var púra ósekur í tí, Japan hevur ákært hann fyri.

Paul Watson varð handtikin í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk tann 21. juli og í tí sambandi varð hann varðhaldsfongsðaður til í gjár, 15. august, tí at Japan hevur eftirlýst hann altjóða fyri at hava gjørt seg inn á japanskar hvalaveiðumenn í 2010.

Síðani hava myndugleikarnir í Japan biðið um at fáa hann útflýggjaðan og tann fyrispurningurin er til viðgerðar í danska lógmálaráðnum.

Men í gjár gjørdi dómarin av, at hann skal verða sitandi í varðhaldinum til tann 5. septembur.

Prógvini, sakførarar hansara ætlaðu at leggja fyri rættin, var eitt filmsbrot.

Sea Shepherd, sum Paul Watson tá stóð á odda fyri, er ákært fyri at hava tveitt stinkbumbur og sýru upp á dekkið á japanskum hvalaveiðibáti. Ein av manningini fekk sýru á seg og brendi seg í andlitið.

Men sakførarar hansara siga, at eitt filmsbrot vísir, at eingin var á dekkinum. Miðlarnir í Grønlandi siga, at hinvegin førdi ákæruvaldið fram, at filmsbrotið er einki vert sum prógv, tí eingin trygd er fyri, at tað ikki er klipt, so at tað passar til søguna hjá Paul Watson.

Og tað var dómarin samdur í, so eingi filmsbrot vórðu løgd fyri rættin.

Hinvegin sigur Paul Watson eisini, at japansku hvalaveiðimenninir skutu eftir honum.

Og sakførarar hjá honum siga, at hann eigur ikki at at verða útflýggjaður til Japan, tí brotsverki hann er ákærdur fyri, stendur als ikki mát við revsingina hann kann fáa, sum kann verða heilt upp í 15 ára fongsul.

Sjálvur tvíheldur Paul Watson um, at hann er púra ósekur og at hetta er ein hevndaratsókn frá myndugleikunum í Japan.

Sakførarnir føra fram, at málið er politiskt og at Japan misbrúkar Grønland fyri at forða fyri, at Paul Watson fær høvið til at blanda seg upp í hvalaveiðina í Japan.

Teir hildu sostatt, at Paul Watson skuldi latast leysur. Men heldur varðhaldsfongslingin fram, vildu teir hava, at Paul Watson skuldi flytast á hotell, tí hann er ikki vandamikil. Afturfyri skuldi hann lata løgregluni passið, so hann ikki slapp av landinum, siga miðlarnir í Grønlandi.

Niðurstøðan varð, at Paul Watson skal verða verandi í varðhaldinum - og hann skal eisini verða verandi í fongslinum, tí hann skal ikki á hotell at vera, segði dómarin, sambært grønlendskum miðlum.