Slovenia spælir fyri OL møguleikanum

Sigurin í dag ímóti Niðurlondum ber við sær, at Slovenia framvegis hevur møguleika at vinna seg í hálvfinaluna

Jóannes Hansen
21. januar 2024 kl. 17:10

Møguleikin er ikki burtur hjá Slovenia at vinna seg í hálvfinaluna í EM kappingini, men hann er lítil. Um Svøríki um eina løtu fer at vinna ímóti Portugal, og um Danmark í kvøld fer at vinna ímóti Norra, so verður tað greitt, at Danmark hevur tryggjað sær pláss í hálvfinaluni, og so verður Svøríki stórfavorittur at vinna seinna hálvfinaluplássið.

Slovenia vann í dag 37 – 34 ímóti Niðurlondum eftir hálvleiksstøðuna 37 – 34.

Føroyar taptu í Berlin 32 – 29 ímóti Slovnia, sum í dag vann við trimum málum ímóti Niðurlondum. Meðan føroyingar ímóti Slovenia ikki kendu seg hava marginalirnar á sínari síðu, so var Slovenia serliga í 1. hálvleiki greitt omaná ímóti Niðurlondum.

Úrslitið í dag ber við sær, at troyttu niðurlendingarnir fara at spæla um 11. plássið, og tað ber við sær, at møguleikin hjá teimum at sleppa upp í part í OL í summar er ógvuliga lítil.

Sigurin í dag ber við sær, at Slovenia er væl við í kappingini um OL pláss í París í summar.