Slovakiski forsætisráðharrin varandi mein eftir skotálop
Roberto Fico varð fyri skotatsókn fyrr í ár, eftir at hann hevði luttikið á einum stjórnarfundi í Handlova í Slovakia.
Rúni Korsgaard
30. juni 2024 kl. 18:15
Roberto Fico yvirlivdi við bit og slit eftir at verða skotin á opnari gøtu. Hóast hetta, fær hann mein á rørslulagið orsakað skaðarnar.
Hesum boða bæði varaforsætisráðharrin og verjumálaráðharrin í Slovakia frá til slovakiskt ríkissjónvarp.
Roberto Fico er so smátt farin til arbeiðis aftur eftir álopið 15 mai, boðaði verjumálaráðharrin Robert Kalinák frá.
Somuleiðs greiddi hann frá, at Fico aftur fer at vísa seg fyri almenninginum teir komandi dagarnar.