Eiðis kommuna skrivar soleiðis:
Eiðis kommuna og Stórbilar hava undirskrivað avtalu um keyp av nýggjum sløkkiliðsbili til Eiðis Sløkkilið. Nýggi bilurin kemur væntandi til Eiðis um mánaðarskifti apríl-mai komandi ár. Bæði kommunan og sløkkiliðið leggja dent á, at alt er keypt frá føroyskum veitarum.
Stutt um søguna hjá Eiðis sløkkiliðið:
Í 1985 fóru eiðismenn fyri fyrstu ferð til brandskúlan við Áir at nema sær útbúgving sum sløkkiliðsfólk. Hesir vóru:
Arthur Ellingsgaard, Tóri Jacobsen, Petur Kruse, Bjarni “Bei” Joensen og Trygvi Kallsoy.
Skeiðið vardi eina viku og veitti hesum monnum grundleggjandi førleikar til uppgávuna sum kommunalir sløkkiliðsmenn. Fyrstu tíðina høvdu sløkkiliðsmenninir eina pumpu, slangur við tilhoyri og brandklæðir. Útgerðin varð goymd í skúlanum. Seinni fekk sløkkiliðið egin hølir, og kommunan keypti teimum ein Nissan Patrol og viðfestisvogn. Nú høvdu bygdirnar í Eiðis kommunu eitt dugnaligt sløkkilið.
Kommunan hevur áhaldandi ment tilbúgvingina og gjørt íløgur, bæði til trygd, og tá tað kemur til tekniska útgerð. Í 2002 varð nýggjur bilur keyptur úr Íslandi, og var hetta stórt framstig. Nú hevði sløkkiliðið bil, sum bæði hevði vatntanga og pumpu, umframt aðra neyðuga útgerð.
Nú hevur hesin bilurin tænt fyri seg, og nýggi bilurin verður tøkur komandi vár.