Sligin í andlitið - heima hjá sær sjálvum
Tveir mans eru skuldsettir fyri harðskap í Gøtu í nátt
Áki Bertholdsen
21. juli 2024 kl. 09:17
G-festivalurin er komin at enda og løgreglan sigur, at har hevur verið avbera friðarligt. Kortini sigur løgreglan, at tey hava stovnað eitt mál un harðskap í Gøtu í nátt.
Tað vóru tveir mans, sum fóru inn til ein triðja, Teir vóru hóttandi í talu, og tað endaði við, at maðurin, sum búði í húsunum, varð sligin í andlitið.
Tilburðurin er meldaður og løgreglan veit hvør gerningsmenninir eru og teir eru báðir skuldsettir. Nú skal løgreglan kanna málið fyri at fáa greiði á, akkurát hvønn leiklut hvør av teimum hevði.
Teir kendust allir tríggir, men løgreglan veit ikki, hvør orsøkin til ósemjuna var.