Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, umhugsar nú at geva føroyingum fleiri frádráttir í skattinum.
Tað staðfesti hon í Løgtinginum í morgun.
Løgtingið hevur, enn einaferð, umrøtt avgerðina hjá landsstýrinum at skerja skattafrádráttin, føroyingar, sum arbeiða uttanlands, fáa.
Skerjingarnar skulu gerast hesi næstu fimm árini fyri at gera skiftistíðina lagaligari.
ruth Vang sigur, at hóast skerjingina, koma teir framvegis at rinda ein rættiliga lágan skatt, ella 35 prosent, sum er væl minni enn tey, sum arbeiða í Føroyum rinda í landsskatti.
Ruth Vang sigur, at hon fer ikki at sleppa ætlanini, men hon sigur, at hon umhugsar at geva teimum, sum arbeiða uttanlands, eina lagaligari skiftistíð upp á fleiri ár enn tað nú liggur í kortunum so at tað ikki merkist so væl.
Men kanska verður talan um ein skattalætta hjá øllum.
Hvørja ferð vit fáa eina løn, verða fleiri sosial gjøld drigin frá, eitt nú gjald til ALS, Barsilsgrunnin, Samhaldsfasta, og so framvegis.
Skatturin verður roknaður av inntøkuni áðrenn øll hesi gjøldini verða drigin frá.
Men enn Ruth Vang sigur, at hon umhugsar at seta eina skipan í verk, har vit, í longdini, skulu draga hesi gjøldini frá, áðrenn skatturin verður roknaður. Tað fer at geva øllum eina skattalætta upp á nøkur prosent, tí tey sosialu gjøldini eru eini fimm prosent tilsamans.