Sleppa ikki at hava telefon við í skúla - og tað akta børnini

Skúlastjórin í Kollafjørði sigur, at reglurnar um telefonir verða tiknar í álvara

Áki Bertholdsen
10. januar 2025 kl. 11:30

Í skúlanum í Kollafjørði hava tey havt reglur um telefonir í skúlanum í 15 ár, og tær reglurnar virða børnini.

Tað sigur Jón Højsted, skúlastjóri, í samrøðu við skúlablaðið.

Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um telefonnýtlsu hjá næmingum í skúlanum, og tað eru tey sum vilja hava, at næmingar fáa forboð fyri at hava telefon við í skúla, men onnur halda, at tað skal standa til skúlarnar sjálvar gera reglurnar.

Nú er so tann kunngerð sett í gildi, at tað eru skúlastýrini á hvørjum skúla, sum skulu gera telefon-reglur fyri skúlan.

Í Kollafjørði hava tey verið frammaliga á hesum øki, tí har hava tey havt telefon-reglur í 15 ár, skrivar Skúlablaðið. Og tey siga, at tær reglurnar taka næmingarnir í álvara.

– Tað snýr seg um at halda fast og ikki lora og gera undantak, Jón Højsted við Skúlablaðið. Hann sigur, at tað er ikki meiri enn at tað hendur seg, at næmingar bróta reglurnar. Hendir tað, taka tey telefonina frá næminginum, og foreldrini skulu so í skúlan eftir henni.

– Tað týdningarmesta er at halda fast, vera týðiligur, ikki gera undantøk, tí gert tú tað, gongur stutt tíð, so er tað eingin, sum virðir reglurnar, sigur Jón Højsted.

Reglurnar eru soleiðis, at næmingarnir í grunddeildini og miðdeildini ikki sleppa at hava telefon í skúlatíðini. Næmingarnir kunnu hava telefonina í taskuni, men tær skulu vera sløktar.

Til fyri nøkrum árum síðan høvdu næmingarnir í framhaldsdeildini, loyvi at hava telefonina frammi í fríkorterinum, men síðan hevur skúlaleiðslan, saman við skúlastýrinumm gjørt ta regluna, at telefonin hjá næmingunum skal vera læst inni í einum skápi.

– Tað eru nógvar orsøkir til, at vit gjørdu hesa regluna fyri umleið fimm árum síðan. Tvey fríkorter um vikuna sleppa næmingarnir at keypa í einum handli í grannalagnum, og tá kunnu teir hava telefonina við, tí nógv hava gjaldskort á telefonini.

Tá ið teir eru aftur í skúla, fer telefonin aftur inn í skápið, sum verður læst, sigur skúlastjórin.

Men stóð tað til skúlastjóran, sluppu næmingarnir als ikki at hava telefon við í skúla yvirhøvur. Hansara royndir eru, at børn eru nógv glaðari, tá ið tey ikki hava telefon. Hinvegin er hýrurin á teimum nógv verri, ella beinleiðis ringur, tá ið tey eru nógv á telefonini.

– Tey fáa ongantíð pulsin upp, og tey missa nógvar upplivingar, tí tey bara eru á telefonini.

Allir flokkarnir í Kollafjarðar skúla eru á setursskúla á hvørjum ári í tveir dagar, og teir sleppa ikki at hava telefonina við.

– Tað er als eingin trupulleiki, at næmingarnir ikki sleppa at hava telefonina við, tí teir eru vanir við tað og vita, at hon ikki skal við.

– Teir eru vanir at vera saman við hinum næmingunum og onga telefon hava. Fara vit uttanlands við eldri næmingum, sleppa teir at hava telefonina við, men eisini tá avmarka vit nýtsluna hjá teimum við bara at loyva henni onkuntíð – í tíðaravmarkaða tíð.

Eisini tað góðtaka næmingarnir uttan trupulleika, sigur skúlastjórin við Skúlablaðið.