Fiskivinnuráðið hevur í dag sent uppskot til hoyringar um at broyta sjófeingislógina. Í áðni skrivaðu vit, at eitt av endamálunum er at avmarka útlendska ognarskapin í føroysku fiskivinnuni, so at tað eru føroyingar sjálvir, sum hava fult ræði á føroyksum fiskirættindum.
Men eitt annað endamál er at avmarka, hvussu nógv somu eigarar kunnu eiga í fiskivinnuni. Fiskirættindi skulu nevniliga á fleiri hendur, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
– Fiskirættindini eru savnað á alsamt færri hondum, og nú er vinnan, í minni mun enn áður samansett av einum fjøltáttaðum og stórum eigaraskara, sigur landsstýrismaðurin.
Tí verða reglurnar herdar fyri, hvussu nógv hvør kann eiga.
Reglurnar um miðsavning av fiskirættindum verða broyttar soleiðis, at markið fyri, hvussu nógv veiðirættindi einstaklingar, ella feløg, kunnu ráða yvir, verður lækkað niður í 15 prosent í øllum bólkunum, undantikið fyri Barentshavið, sum verður lækkað niður í 25 prosent.
Sum er, eru mørkini ímillum 20 - 35 prosent.
– Harafturat verða reglurnar broyttar, so nærstandandi feløg har eigaraskarðin gongur aftur, verða roknað undir einum, tá gjørt verður upp, hvussu nógv tey hava ræði á.
Broytingarnar verða bert galdandi frameftir, og verandi persónar og feløg varðveita tey rættindi, sum tey ráða yvir áðrenn lógarbroytingina, sigur landsstýrismaðurin.
Men nú sleppa reiðarar eisini at avreiða nógv meiri uttnlands. Eftir galdandi lóg skal øll veiða á føroyskum fiskiførum avreiðast um bryggjukant í Føroyum. Tó kunnu 15 prosent av veiðuni fyri hvørt fiskaslag avreiðast uttanlands.
Men nú verður kravið um at landa í Føroyum broytt soleiðis, at uppsjóvarskip sleppa at avreiða helvtina av veiðuni av svartkjafti, makreli ella norðhavssild, uttanlands. Dennis Holm sigur, at nú verður tað eisini soleiðis, at tá ið heildarkvotan av svartkjafti, makreli ella norðhavssild fer upp um eitt ásett mark, verða nøgdirnar oman fyri markið atkomiligar hjá teimum, sum frammanundan hava lutfalsliga lítlar kvotur.
Hendan skipanin fer at gagna teimum, sum frammanundan hava lutfalsliga lítlar kvotur., sigur landsstýrismaðurin.