Ongi úrslit

Sleipnir og Tórbjørn á vitjan í Havnardali

Sleipnir hevur sum mál at fáa líknandi øki til sínar limir á Skálafjørðinum

Ríðisamband Føroya
29. sepember 2024 kl. 14:25

Fríggjadagin vóru umboð fyri ríðifelagið Sleipnir og borgarstjórin í Runavík, Torbjørn Jacobsen á vitjan í Havnardali.

Ørindini hjá teimum vóru at kunna seg um, hvussu ríðingarfeløgini í høvuðsstaðnum eru skipaði og undir hvørjum treytum fjós, breytir o.a. eru bygt á økinum í Havnardali.

Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag og Ríðisamband Føroya, vísti runt á økinum og greiddi frá um breytir, felagshús, fjós og høllina hjá Føroya Ríðingarfelag.

Eisini var greitt frá um reiðgøturnar, sum Føroya Ríðingarfelag slóðaði fyri, men sum onnur fólk, mest gongufólk, av álvara hava tikið til sín seinastu árini. Hetta eru tær sokallaðu rossagøturnar. Síðani var farið niðan á økið hjá Føroyskt Íslandsrossafelag og hugt, hvussu tey hava skipað seg.

Hugsanin hjá Sleipnir við at bjóða Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra til Havnar, er at Sleipnir hevur sum mál at fáa líknandi øki til sínar limir á Skálafjørðinum. Borgarstjórin vísti vælvild móti hugsanini og serliga tankin um at fáa rossalívið útum bygt økið, er helst størsti vinningurin fyri allar partar. Eisini var víst á møguleikan innan ríðing og ferðavinnu.

 

Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

Í gjár kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

10 tímar síðan

Myndir: Countryfestivalurin dag 1

14. juni kl. 19:20

Paz hevur fingið tvær Michelinstjørnur

16. juni kl. 18:55

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

Í gjár kl. 13:25

Robert vitjar hotellið hvønn dag

15. juni kl. 11:50