Ukrainskir myndugleikar siga seg hava eyðmerkt ukrainska hermannin, hvørs morð hevur verið í umferð á sosialum miðlum seinastu tveir dagarnar.
Mánadagin fór eitt videobrot í umferð á Telegram, ið vísir ein óvápnaðan ukrainskan hermann við einari sigarett í munnklovanum, ið sigur ”Slava ukraini” [heiður til Ukraina, red.], áðrenn hann verður heglaður niður av byrsuskotum av drápsmonnunum.
Síðani hoyrist, at onkur bannar eftir ukrainska hermanninum, og biður hann doyggja.
Filmsbrotið, ið er 12 sekund til longdar og rættiliga ótespiligt, gjørdi síðani um seg á Twitter, har nógv vilja vera við, at talan er um greið prógv fyri, at russiskir hermenn fremja krígsbrotsverk í Ukraina.
Tað hevur ikki verið greitt, hvør óvápnaði ukrainski hermaðurin var, men ukrainskir myndugleikar vilja nú vera við, at talan var um Tymofiy Mykolayovych Shadura.
Sambært The Guardian stríddist Shadura í Bakhmut, men hann hevur verið horvin síðan 3. februar.
Í viðmerking til BBC sigur systirin hjá Shadura, at bróður hennara var ”sanniliga førur fyri” at seta seg upp ímóti russum á handan hátt.
Hann fjaldi ongantíð sannleikan í lívi sínum, og hann hevði so sanniliga ikki gjørt tað framman fyri fíggindanum, sigur hon, sambært BBC.
Ukrainskir myndugleikar gera kortini greitt, at av tí at líkið eftir Shadura framvegis er í hersettum øki, ber ikki til at endaliga eyðmerkja hann.
Volodymyr Zelensky, forseti í Ukraina, hevur gjørt greitt, at Ukraina er sinnað at finna drápsmenninar hjá Shadura, og sambært Andryi Kostin, høvuðsákæra í Ukraina, er ætlanin at stilla drápsmenninar til svars.