Slapp væl frá at verða ákoyrdur í Vágum

Tað var myrkt og maðurin hevði einki endurskin

Áki Bertholdsen
7. januar 2025 kl. 08:33

Um ellivutíðina í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur hevði koyrt á ein mann vesturi í Vágum.

Tað var á vegastrekkinum ímillum hotellið og flogvøllinum, at maðurin varð ákoyrdur. Talan var um ein útlending, sum skuldi av landinun í dag.

Maðurin var í myrkum klæðum og hevði einki endurskin, so hann var ringur at síggja. Bilførarin, sum koyrdi á hann sá hann seint, og lukkaðist at snara undan, men sneiddi mannin í tí hann koyrdi framvið.

Men maðurin slapp væl. Løgreglan sigur, at hann var eymur um mjødnina og sjúkrabilur varð boðsendur. Hann var kannaður, men hevði ikki fingið mein.

Løgreglan sigur, at nú verður frágreiðing skrivað og so verður støða tikin til, hvussu farast skal fram, um bilførarin verður skuldsettur, ella um tað ikki verður gjørt meiri við tað, sum umstøðurnar vóru.