Slapp ikki við flogfarinum tí hann var fullur

Men hann ætlaði sær bara at bíða uttan fyri farstøðina í alla nátt

Áki Bertholdsen
21. desember 2023 kl. 07:51

Seinnapartin í gjár varð ein maður burturvístur av flogfarinum hjá Atlantsflogi í Vágum. Hann skuldi av landinum, men tey, sum vara av ferðafólkunum hjá Atlantsflogi mettu, at hann var so fullur, at hann var ikki egnaður at sleppa umborð á flogfarið, sum tey, so nøkunlunda hava orðað seg.

Tey søgdu annars, at maðurin var róligur, men tey ringdu kortini til løgregluna, tí hann skuldi út aftur og av Farstøðini.

Løgreglan fór eftir manninum og tá kundu tey ásanna, at hann var fullur - men hann var kortini ikki so fullur at hann ikki visti heilt og fult, hvat hann gjørdi, hevur løgreglan skrivað niður um hendingina.

 Løgreglan sigur, at tey bjóðaðu sær til at finna honum innivist í Vágum til í morgun, men tað vildi hann ikki. Hann segði at hann hevði heit og góð klæðir, so hann ætlaði sær bara at vera onkustaðni har uttan fyri til í morgun, tá hann so ætlaði sær við flogfarinum.