Slapp akkurát undan at fáa klipp í koyrikortið

Løgreglan hevur tikið bæði bilar og prutl

Áki Bertholdsen
23. januar 2024 kl. 08:40

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar bæði í Streymoynni og í Eysturoy, og tað var ikki heilt til fánýtis.

Í Streymoynni stóðu teir við Leynatunnilin og har vórðu tveir bilførarar tiknir. Har er loyvt at koyra 80, men har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 89 og ein varð tikin fyri at koyra 104. Tann, sum koyrdi 104, slapp akkurat undan at fáa klipp í koyrikortið, tí koyrdi hann 105, fekk hann klipp. Umframt hetta fær bilførarin eisini 2.000 krónur í bót.

Løgreglan var eisini á ferð og kannaði prutl í Eysturoynni. Har vórðu tvey prutl tikin fyri at koyra ov skjótt. Tað kastar eisini eina bót av sær.

Men harafturat verður nummarplátan tikin av teimum. Eigarin fær ikki plátur aftur á prutlið fyrr enn tað hevur verið til sýn og Akstovan hevur váttað, at tað er í lógligum standi.