Slakaðu ikki av tá ið teir koyrdu inn í bygd øki
Tað kostaði fýra bilførarum klipp í koyrikortið
Áki Bertholdsen
9. august 2024 kl. 08:16
Í gjáramorgunin var løgreglan í Leirvík við ferðmátaranum. Hetta var í morgunferðsluni tá ið fólk eru á veg til arbeiðis og í skúla, og tá stóð løgreglan á Høvdavegi og gjørdi ferðmátingar. Tað er vegurin úr undirsjóvartunlinum oman í bygdina.
Har er loyvi at koyra 80, men tá ið komið verður inn um bygdarmarkið er ferðin aftur 50, sum hon vanliga er í bygdum øki.
Men tað vóru tað fýra bilførarar, sum ikki ansaðu eftir hendan tíman, løgreglan gjørdi ferðmátingar. Teir hildu fram, næstan við somu ferð inn um bygdarmarkið, og so fall hamarin. Løgreglan sigur, at allir fýra bilførararnir koyrdu gott 70 inn um bygdarmarkið og tað fáa teir klipp í koyrikortið, oman á bótina.