Skutu eftir fólki í Klaksvík við plastkúlum

Hetta er aðru ella triðju ferð upp á stutta tíð at hetta hendir

Áki Bertholdsen
11. mai 2024 kl. 09:18

Í gjárkvøldið ringdi ein maður til løgregluna at melda, at onkur hevði skotið hann við plastkúlum úr einum bili sum koyrdi framvið.

Løgreglan sigur, at tað eydnaðist teimum at finna útav, hvør átti bilin og tey funnu eisini út av hvør tað var, sum hevði skotið.

Løgreglan sigur, at maðurin, sum skeyt, fekk 1.500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, men hald varð eisini lagt á byrsuna. 

Løgreglan sigur, at hetta er aðru, ella triðju ferð upp á stutta tíð, at tey hava eitt mál av hesum slagnum.

Tey siga, at hesar byrsurnar, sum skjóta plastkúlur, eru ætlaðar til børn at spæla við, men nú hava fólk eisini eisini brúkt tær at gera fortreð við. 

Tað svíður at verða raktur av eini slíkari plastkúlu, men eru fólk so óheppin at tey verða rakt í eygað, kann eisini stórur skaði standast av tí.