Skunda sær at fáa høli klárt til skannaran á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Nú fer Løgtingið at játta pengar til endamálið

Áki Bertholdsen
14. desember 2023 kl. 16:00

Herfyri fekk Klaksvíkar Sjúkrahús ein nógv umrøddan skannara í gávu frá vinnufyritøkum har norðuri í landinum. 

Men nú er eftir at seta hann upp og tað fer Løgtingið nú at játta pengar til. 

Høli eru til taks á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men kortini er neyðugt við nøkrum umbyggingum, áðrenn tað kann takast í nýtslu sum skannararúm.

Fýra tingfólk úr teimum trimum samgonguflokkunum, hava nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta 1,3 millión til at gera tær neyðugu umbyggingarnar so at skannarin kann fáast at virka.

Løgtingið hevur eisini, einmælt samtykt, at víkja frá øllum tíðarfreistum, so at málið kann skundast ígjøgnum Løgtingið, áðrenn farið verður í jólafrí í morgin.

Sostatt er ætlanin at avgreiða málið í morgin, og so kann farast til verka við umbyggingunum so at skannarin kann takast í nýtslu tíðliga næsta ár.