Skulu vitja fimm pláss í Føroyum

Kongshjúnini sleppa at at uppliva føroyska mentan, náttúru, og at heilsa uppá føroyingar í øllum aldri

Áki Bertholdsen
23. mai 2024 kl. 13:29

Sum áður fráboðað, koma kongshjúnini til Føroya á almenna vitjan í døgunum 12. til 14. juni. 

Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

Løgmaður sigur í tíðindaskrivi, at hann gleðir seg at bjóða teimum vælkomnum til Føroyar sum kongshjún.

Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kunnu Kongshjúnini gleða seg til nakrar spennandi dagar í Føroyum, sigur hann.

Á ferðini vitja Kongshjúnini í Havn, í Vági, í Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði. Hjúnini fáa møguleika at uppliva føroyska mentan, náttúru og at heilsa uppá føroyingar í øllum aldri. Kongshjúnini fara av landinum aftur fríggjadagin 14. juni. 

Nærri kunning um vitjanarstøð og skrá kemur seinni, sigur løgmansskrivstovan.