Næsta ár fáa heilt nógv húski kring landið ein skattalætta upp á fleiri túsund krónur. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Fyri einum ári síðani setti samgongan ein skattalætta í verk, sum serliga skuldi vera markaður til tey lágløntu og tey miðalløntu.
Fyrri partur av skattalættanum kom í gildi á nýggjárinum í fjør og seinni partur kemur í gildi nú á nýggjárinum.
Løgmaður sigur, at sostatt skal eitt verkafólk, sum arbeiðir fulla tíð, ella 40 tímar um vikuna, rinda 7.000 krónur minni í skatti næsta ár enn tey gjørdu í fjør, áðrenn skattalættin varð samtyktur. Arbeiða tey meiri enn tað, er skattalættin størri, arbeiða tey minni, er skattalættin eisini minni.
Ein heilsurøktari, sum arbeiðir fulla tíð skal rinda 10.000 krónur minni í skatti næsta ár enn í fjør, og taka vit sjúkrarøktarfrøðingar, pedagogar og ein lærarar, sum arbeiða fulla tíð, skulu tey rinda 13.000 krónur minni í skatti næsta ár enn tey gjørdu í fjør.
Løgmaður sigur, at taka vit eitt húski við tveimum fólkum, einum verkafólki og einum heilsurøktara, skulu tey rinda 17.000 krónur minni í skatti næsta ár enn tey gjørdu í fjør.
Taka vit eitt húski við einum hondverkara og einum lærara, skulu tey rinda 25.000 krónur minni í skatti næsta ár enn tey gjørdur í fjør.
Tinglimirnir í andstøðuni komu kropp av kroppi og átalaði, at samgongan setir roknistykkið soleiðis upp.
Bæði Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Jenis av Rana og Steffan klein Poulsen, tingmenn fyri Miðflokkin, umframt tinglimirnir fyri Fólkaflokkin, Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vístu øll á, at medaljan hevur eina baksíðu.
Tey vísa øll á, at samstundis sum at samgongan gevur við aðrari hondini, tekur hon nógv aftur við hinari hondini.
Tey vístu á, at samstundis sum samgongan letur ein skattalætta, eru nógv avgjøld munandi hækkað, eisini avgjøld á bensin, diesel og húsarhaldsolju.
Tey vísa eisini á, at tey sum fáa hendan skattalættan, eru fólk við hampuligum inntøkum.
– Tey, sum fáa mest í skattalætta, eru tey, sum tjena 600.000 krónur um árið - og í mínari verð eru tað ikki láglønt, segði Jørgen Niclasen.
Tey vísa somuleiðis á, at veruleikin er eisini, at tey, sum tjena allarminst - tey, sum eru í fátækaváða - hava ikki fingið eina krónu í skattalætta. Men eisini tey hava kortini fingið rokningina fyri øll avgjøldini, sum eru hækkað.
Ingilín Didriksen Strøm ivast framvegis ikki í, at skattalættin ger stóran mun hjá nógvum lágløntum og miðalløntum
Og annars heldur hon, at tey, sum sita í andstøðuni skulu vera tey seinastu at átala, at tey, sum tjena minst, ikki fáa mest í skattalætta, tí nettupp tað var teirra politikkur tá ið tey sótu í samgongu á sinni.
Løgmaður staðfestir, at allur skattalættin er fíggjaður, so hann førir ikki eyka útreiðslur við sær fyri landskassan.
Men tað er bara ein minni partur, sum er fíggjaður við hægri avgjøldum. Útrokningar vísa, at eitt húski skal kanska rinda 2.000 meiri um árið í hægri avgjøldum.
Harumframt er Als-gjaldið er lækkað, so tilsamans verða tað kanska 1.000 krónur í hægri avgjøldum - men skattalættin er upp ímóti 25.000 krónur.