Nú er greitt, at enskir myndugleikar eisini skulu hava ´byrgdina av gravunum í Kirkjugarðinum í Havn, har enskir hermenn eru grivnir.
Umboð fyri bretskar myndugleikar hava júst verið á Ráðhúsinum í Havn har teir hava skrivað undir nýggja avtalu um, at Commonwealth War Graves Comission fær ræðið á ensku gravunum í Havn hesi næstu 40 árini, eins og tey hava havt síðani seinna veraldarbardaga, tá ið menninir lótu lív í Føroyum.
Bretar vistu at siga, at tað eru 23.000 slík støð í 153 londum kring allan heimin, har hermenn úr Commonwealth-londunum, sum doyðu í fyrra og seinna veraldarbardaga, liggja grivnir. Bara í Stóra Bretlandi eru 11.500 støð við hermonnum úr Commonwealth-londunum. Commonwealth londini er ein felagsskapur við yvir 50 londum um allan heimin og sum er sprottin úr gamla enska hjálandaveldinum,
Býráðið sigur, at endamálið hjá Commonwealth War Graves Commission er at tryggja, at gravirnar verða hildnar, og at tað á gravsteininum sæst, hvør liggur grivin á staðnum. Felagsskapurin tekur sær av øllum viðlíkahaldi av gravunum, og í Føroyum hevur felagsskapurin avtalu við urtagarðsfyritøku, ið tekur sær av hesum.
Í Bretlandi eru omanfyri 1.000 sjálvboðin, ið taka sær av hesum viðlíkahaldi, og roynt verður alla tíðina at fáa fleiri afturat, so gravirnar altíð eru vælhildnar.