Sum dagarnir ganga fer at sansa at summastaðni, nú arbeiðarafeløgini, uttan Havnar Arbeiðskvinnufelag, hava verið í verkfalli í eina viku.
Summar matvørur, og annað, gongur undan, og á nøkrum benstøðum er bensin og diesel eisini farið at ganga undan.
Men Føroya Arbeiðsgevarafelagið ger púra greitt í kvøld, at hetta kann ikki brúkast sum ein umbering fyri ikki at møta til arbeiðis.
Arbeiðsgevarafelagið staðfestir í eini fráboðan í kvøld, at sambandi við verkfallið kann tað henda, at starvsfólk eru forðaði at møta til arbeiðis av ymsum orsøkum:
– Barnagarðar kunnu verða stongdir tí tað ikki verður gjørt reint.
– Tað fæst ikki bensin ella diesel á bilin.
– Bussarnir koyra ikki, tí at bussførarar eru í verkfalli, ella tí at tangin er tómur.
– Skipini hjá Strandferðsluni sigla ikki.
Arbeiðsgevarar siga, at í slíkum føri er tað sama galdandi sum, tá ið starvsfólk ikki fáa møtt tí at bilurin ikki startar, ella tí at koyring, sigling og flúgving eru avlýst fyri veður.
Sum heild eru treytirnar tær, at starvsfólk hava skyldu at møta til arbeiðis, hóast óvæntaðar hendingar gera tað ringt at sleppa til arbeiðis, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
– Í sambandi við verkfallið sum er í løtuni, hava starvsfólk sostatt skyldu at møta til arbeiðis, og at taka tey atlit, tað ber til at taka, so at tey fáa møtt til arbeiðis.
Møta starvsfólk ikki til arbeiðis tí verkfallið ger, at tað er eingin barnaansing ella at tey ikki fáa fylt tangan á bilinum, hava tey ikki rætt til løn, leggja tey afturat.
Fólk verða kortini ikki søgd úr starvi fyri tað, siga arbeiðsgevararnir.
Tey starvsfólk, ið kunnu arbeiða heimanífrá, hava skyldu til at taka telduna við heim og at arbeiða heimanífrá, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.