Málið um Suðuroyartunnilin er í góðum hondum og tað skulu politikarar ikki blanda seg upp í.
Tað halda nakrir tinglimir, eitt nú Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum.
Nú Løgtingið viðgjørdi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, var tað ikki sørt at Suðuroyartunnilin varð tikin fram av og á.
Ein nevnd er sett at arbeiða við málinum og ein bólkur undir løgmanni er settur at finna ein fíggingarleist. Tað arbeiðið gongur væl og løgmaður segði, at eitt uppskot um Suðuroyartunnilin verður lagt fyri Løgtingið í heyst.
Ymsir politikarar hava ført sína meining fram um ætlanina at gera Suðuroyartunnilin. Fyrst var tað Ruth Vang, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, sum segði í Dimmalætting, sum er at fáa í handlum og kioskum beint nú, at skal Suðuroyartunnilin gerast, verður neyðugt at gera ymsar nýskipanir í samfelagnum fyrst fyri at gera tað rationellari at reka.
Henni á baki komu landsstýrisfólkini fyri Tjóðveldi, Dennis Holm og Sirið Stenberg, sum førdu fram, at tunnilin skal gerast, tí hann er ein neyðug íløga.
Og Bjarni Hammer, tingmaður, fyri Javnaðarflokkin, staðfesti stutt og greitt, at Suðuroyartunnilin verður gjørdur, um so Ruth Vang er við, ella ikki.
Og sum vit hava skrivað hesar seinastu dagarnar, hava eisini aðrir politikarar, bæði í samgongu og í andstøðu umrøtt Suðuroyartunnilin - og tað er fallið tingmonnum úr Suðuroynni fyri bróstið.
Bjarni Hammer sigur, at málið er í góðum hondum á løgmanni og hann heldur, at tað er skeivt at landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum at blanda seg upp í ímeðan tað fyrireikandi arbeiðið fer fram.
Eisini Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin ávarar politikarar um at tosa í eyst og vest um Suðuroyartunnilin.
Politikarar skulu ikki blanda seg upp í viðgerðina, sum støðan er nú, tí málið er í góðum hondum hjá løgmanni, sigur hann.
Hann sigur, at tey, sum arbeiða við málinum eiga at fáa arbeiðsfrið, tí tað bara órógvar viðgerðina, at politikarar blanda seg upp í alla tíðina
– Arbeiðið at fyrireika tunnilin gongur so væl, at tað er fyrimyndarligt, sigur Jacob Vestergaard.
Hann sipar eisini til royndina at fáa fulla semju í Løgtinginum um Suðuroyartunnilin, men hann heldur ikki at tað gagnar málinum, at politikarar blanda seg upp í í heilum, sum hann mál ber seg.
– Skal hetta vera arbeiðsmátin fer tað at ganga illa at finna fulla semju um hetta málið - og um onnur mál, sigur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin.
Tí heitti hann beinleiðis á løgmann um at halda í oyruni á landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, og øðrum politikarum og fáa tey at tiga um Suðuroyartunnilin ímeðan tað fyrireikandi arbeiðið fer fram og virka verður fyri eini politiskari semju.
Hann sigur eisini, at tað er skeivt at seta Suðuroyartunnilin upp ímóti haldførinum í búskapinum, tí eingin íløga í samferðsluna hevur verið ein trupulleiki fyri haldførið - og útrokningar vísa, at tað verður Suðuroyartunnilin heldur ikki.