Nú á døgum eru telda og telefon vanlig arbeiðsamboð, sum allir lærarar brúka dagliga í sínum starvi. Og tað eru eisini amboð, sum eru neyðug, skulu allar uppgávur røkjast.
Men í Skúlablaðnum mælir formaðurin í Lærarafelagnum lærarum beinleiðis frá at brúka egin amboð í arbeiðnum.
Nógv arbeiði er talgilt, eitt nú fráveran hjá næmingunum. Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, sigur við Skúlablaðið, at tey hava kannað, hvat fyri amboð lærarar brúka í hesum arbeiðinum.
Úrslitið er, at nógvir lærarar brúka sína egnu fartelafon at skráseta fráveruna hjá næmingum. Men hesum mælir felagið lærarum frá, sigur hann.
Tað er altíð arbeiðsgevarin, sum skal útvega starvsfólkunum neyðugu amboðini, so sum fartelefon, teldu ella annað, sum skulu brúkast í arbeiðinum, sigur Jacob Eli S. Olsen.
Hann nevnir, at má ein lærari nýta teldu at føra protokol talgilt ella telefon at tosa við heimini og aðrar myndugleikar, má arbeiðsgevarin útvega læraranum amboðini til hetta.
– Lærarin kann ikki vera kravdur at nýta síni egnu tól, sigur Lærarafelagið.