Hesi seinastu árini eru tað eitt ótal av húsum og bygningum, sum hava fingið sær jarðhita.
Men kommunur hava gjørt vart við, at onkuntíð stinga trupulleikar seg upp í sambandi við jarðhitaboringar, tí frárenslið hevur dálkað áir, løkir, ósar, og nátturuna annars, rundan um jarðhitaholið.
Men nú ætlar Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, at broyta lógina við tí endamáli at verja umhvørvi, og at verja drekkivatn ímóti dálking.
Brunnborarar brúka serbygdar bingjur at savna tilfar frá boringini. Vanliga endar væl omanfyri 90% av øllum bori-dusti sum botnfall í bingjuni.
– Tað kemur kortini ov ofta fyri, at so mikið av vatnið treingir inn í boriholið, meðan borað verður og at bingjan verður full og tað flýtur yvir, sigur landsstýriskvinnan.
Borievja ella bori-dust er óskaðiligt, men vandi er fyri, at tað hópar seg upp í áum, ósum og kloakkum og tá er tað dálkandi.
Jarðhitaboringar kunnu eisini dálka drekkivatnið og tí er neyðugt at verja tað.
Í hesum sambandi fáa Kommunan nú heimild til at seta strangari krøv til jarðhitahol, ella enntá at geva boð um eitt nú at proppa holið, og taka loyvi at gera jarðhitaskipan, aftur, er vandi fyri, at vatn úr einum boriholi fer at dálka umhvørvið, ella drekkivatnið.
Umhvørvisstovan og Jarðfeingi fáa eisini størri heimildir at hava eftirlit við boriholum.
Ein trupulleiki er, at boringar ikki vera skrásettar nóg skjótt, og at tað er trupult at skráseta mongdina av vatni.
Ein onnur avleiðing av, at holini ikki verða skrásett og mátað, er, at vitanin um tey ikki kann brúkast tá ið onnur hon skulu borast. Tað er heldur ikki altíð, at holið er nóg djúpt til at nøkta orkutørvin.
Tá mongdin av vatni ikki verður skrásett, kann kommunan ikki taka støðu til, um serlig tiltøk skulu setast í verk.
Men eftir uppskotinum skal Jarðfeingi máta vatn og hita og bæði kommunur og jarðfingið fáa rætt til at gera neyðugu mátingarnar.