Skulu hava serkøn fólk í stýrið fyri Sev

Stýrið í Sev skal broytast og ein grund er at sleppa undan ósemjum kring landið - og ein orsøk er, at nú skulu fakfólk í stýrið

Áki Bertholdsen
1. juli 2024 kl. 09:22

Í hesum døgum verður arbeitt við at umskipa stýrið fyri Sev. Í løtuni eru sjey limir í nevndini fyri Sev, har hvørt øki í landinum hevur hvør sín lim.

Tað merkir, at Vágar, Norðurstreymoy, Eysturoy, Norðoyggjar, Sandoy og Suðuroy, hava ein stýrislim í part, og so hevur Tórshavnar Kommuna eisini ein stýrislim.

Men á býráðsfundi á Tvøroyri hósdagin, kunnaði Kristin Michelsen, borgarstjóri, um, at nú er ætlanin at broyta nevndina.

Tað merkir, at Havnin hava ein fastan stýrislim og síðani fáa tær fimm sýslurnar kring landið, umframt Norðurstreymoy, hvør sín stýrislim.

Annars er øll Streymoyggin við í Streymoyar sýslu, men eftir nýggja býtinum verða tað sostatt framvegis sjey stýrislimir í Sev.

Sum støðan er nú, velja sýslurnar sjálvar hvør skal umboða tær í stýrinum. Og tað elvir mangan til rættiligar orrustur runt umkring í sýslunum um, hvør skal verða stýrislimir - og talan er um ein sess, sum tey fáa lutfalsliga høga samsýning fyri.

Fyri at sleppa undan tí, verður nú tann broytingin gjørt, at tað verður altíð tann størsta kommunan í hvørjari sýslu, sum fær stýrislimin.

Men harumframt skal Stýrið eisini styrkjast við tveimum ella trimum limum, sum skulu vera serkønir í orkuviðirskiftum.

Í dag er einki krav um, at nevndarlimir skulu hava eina fakliga bakgrund. Tískil eru tað nógv sum halda, at stýrið er ikki ført fyri at geva leiðsluni í Sev tað neyðuga mótspælið, tí leiðslan er øll fakfólk.

Og tað er eisini ætlanin, at tað skal vera ein av teimum serkønu limunum í stýrinum, sum verður forfólk í stýrinum.

Tað merkir, at farið verður burtur frá skipanini, sum nú er, at tað er ein av borgarstjórunum, sum er forfólk.

Annars er niðurstøðan í Tvøroyrar Býráð, at tey taka einmælt undir við nýggja bygnaðinum í Sev.