Skulu gjalda 50 milliónir minni

Hetta fer at lætta um hjá bæði løntakarum og arbeiðsgevarum

Áki Bertholdsen
2. oktober 2023 kl. 11:00

Nú skal gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina, lækkast. Í løtuni gjalda øll eitt prosent av lønini í Als.

Tað verður frá 1. januar, at landsstýrið fer at lækka gjaldið og Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, sigur, at úrslitið er, at næsta ár skulu løntakarar rinda umleið 25 milliónir krónur minni um árið í Als og somuleiðis skulu arbeiðsgevarar rinda 25 milliónir minni í Als.

Orsøkin til lækkingin er, at arbeiðsloysisskipanin er sera væl fyri fíggjarliga eftir fleiri ár við metlágum arbeiðsloysi.

Eginognin í ALS-grunninum væntast at verða umleið 1,25 milliardir krónur við árslok í ár, og grunnurin hevur sostatt nokk pengar at standa ímóti einum stórum arbeiðsloysi í nógv ár.

Skuldi tað hent seg, at arbeiðsloysið í Føroyum hækkar upp í fimm prosent, hevði ALS kunnað útgoldið arbeiðsloysisstuðul í meira enn 25 ár.

Tí hevur landsstýrið tikið undir við tilmælinum frá ALS-stýrinum um at lækka ALS-gjaldið 0,2 prosentstig, niður í 0,8 prosent, sigur landsstýriskvinnan.