Tað er ringt at halda neyðugu frástøðuna í University Collage Nordjylland í Aalborg. Tí fingu tey í morgun at vita, at nýggj krøv eru sett í verk. Allir næmingarnir skulu bera munnbind so leingi tey eru í skúla.
- Eg hugsi, at tað er heilt í lagi. Vit vita, at smittan breiðir seg millum tey ungu, så sjálvandi skal okkurt gerast, sigur Amanda Haugaard, ið er næmingur í skúlanum við DR.
Leiðslan í skúlanum hevur tikið ta avgerð, tí tað ikki er møguligt at halda krøvini um halda neyðugu frástøðuna við minst einum metri í skúlastovunum.
- Okkara skúlastovur eru av tí gamla slagnum, og vit eru áleið 30 næmingar í hvørjari stovu. Tí er tað ikki møguligt at halda neyðugu frástøðuna. So vit hava avgjørt, at innføra kravið um munnbind, sigur útbúgvingarstjórin í skúlanum, Henriette Eduardsen, við DR.
Les meira her.