Í dag byrjar kanningararbeiði hjá bretska dómsvaldinum, um Julian Assange skal avhendast til USA. WikiLeaks stovnarin er skuldsettur fyri nósningar í móti amerikanska herveldinum. Um hann verður avhendaður av bretsku mynduleikunum, verður hann settur fyri rættin í USA.
Assange millum annað skuldettur fyri njósning av USA. Í 2010-11 almannakunngjørdi hann eina rúgvu av loyniligum hernaðarupplýsingum um kríggi í Irak og Afganistan, og sum vísti tekn um tortur og dráp av vanligum borgarum. Hann sat í friðskjól í sendistovuni hjá Ekvador í London í nærum 7 ár, til í fjør, tá ið bretsk løgreglufólk fóru inn og handtóku hann.
Hoyringin, sum byrjar í dag, skal eftir ætlan vara í fimm dagar. Endaliga avgerðin verður væntandi søgd vár. Um Assange verður avhendaður til Washington og dømdur fyri allar ákærur kann Assange fáa upp til 175 ár í fongsli í Amerika.
Fleiri røddir hava verið uppi um avhendingin av Assange kann verða brot á verjuni á fríari pressu. Verjin hjá Assange hevur útala seg um, at jakstranin av Assange er av politiskum áhuga í Amerika, og um hann verður avhendur er vandi fyri, at Assange ikki fær eina rættvísa rættargongd.
Málið hevur eisini stóran politiskan áhuga í onglandi um spurningin um verju av fríari pressu og varskógvarum. Óansæð hvørja niðurstøðu dómstólurin kemur til, er tað innanríkismálaráðharrin, ið hevur endaligu avgerðina um hann skal avhendast til USA ella ikki.