Skúlin á Fløtum fingið nýggjan varastjóra

Hann hevur drúgvar royndir ymsastaðni frá i skúlaverkinum

Áki Bertholdsen
20. apríl 2023 kl. 15:12

Skúlin á Fløtum í Havn hevur nú fingið nýggjan varastjóra. Tað er Gundur Mortensen, sum nú er settur sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum.

Gundur er 59 ára gamal. Hesi seinastu mongu árini hevur hann arbeitt í Námi, har hann hevur verið kt-ráðgevari, ritstjóri og KT-leiðari.

Gundur hevur harafturat arbeiðsroyndir frá lærda háskúlanum í Lillehammer og frá CFU København umframt at hann hevur verið lærari í Kvívík og í Skúlanum á Argjahamri.

Umframt læraraprógv, hevu hann diplomútbúgving í leiðslu av Glasi, umframt at hann hevur kt-didkaktiskt masterprógv frá lærda háskúlanum í AAlborg. Og hann hevur eisini aðra, viðkomandi kt-útbúgving.

Tað vóru 12 umsøkjarar vóru til starvið, sigur Skúlin á Fløtum í tíðindaskrivi.