Skuldsettur fyri grovan harðskap og hóttanir á ovastevnu

Og í Klaksvík fáa tveir mans 3.000 krónur í part

Áki Bertholdsen
18. august 2024 kl. 11:15

Ovastevna hevur verið í Nólsoy í gjár og í nátt og tað gav løgregluni nakað av arbeiði.

Beint eftir klokkan fýra í nátt varð ringt til løgregluna at melda harðskap í Nólsoy. Tá ið løgreglan kemur á staðið, vísir tað seg, at talan er um grovan harðskap, har ein maður hevur fingið skaða í andlitið og mátti undir læknahond.

Talan er eisini um hóttanir, har gerningsmaðurin hevur hótt. Tað var ortini bara við orðum, ikki við vápni, men fyri tað er talan um álvarsmál.

Løgreglan sigur, at tey vita, hvør gerningsmaðurin er og at tey fara eftir honum í dag og so skal hann avhoyrast. Samstundis skulu eisini vitni avhoyrast.

Men eisini í Klaksvík endaðu tveir mans í slagsmáli í nátt. Løgreglan kom á staðið og fekk skilt teir sundur aftur. Her var talan kortini ikki um harðskap, so menninir fáa eina bót upp á 3.000 krónur í part fyri at bróta skilhaldsreglurnar.