Skuldsettur fyri at hótta alment starvsfólk
Eitt fólk var rættiliga ónøgt við framferðina hjá Taks
Áki Bertholdsen
3. november 2023 kl. 08:45
Í gjár tók løgreglan eitt fólk fyri at hava hótt eitt starvsfólk í almennum starvi.
Slík mál verða tikin í størsta álvara og tí er hetta fólkið skuldsett fyri at hava hótt eitt alment starvsfólk.
Tað varð eitt fólk, sum ringdi til Taks, tí tað var ónøgt við, at Taks hevði lagt hald á nakað av pengum hjá viðkomandi fyri skuld.
Tann telefonsamrøðan vant upp á seg og endaði við eini hóttan, sum starvsfólkið í Taks bar víðari og so varð tað meldað.