Kinverska eigarafelagið Evergrande skyldar pening – rættiliga nógvan pening.
Skuldin í felagnum ljóðar á 1.900 milliardir krónur, og á heysti í fjør kunngjørdi felagið, at tað hevði trupulleikar at gjalda sínar rokningar.
Fyri viku síðani eydnaðist tað Evergrande at gera avtalu við kinverskar íleggjarar um gjald av rentum á einum av sínum mongu skuldarbrævalánum.
Í eini roynd at fáa skútuna á rættan kjøl aftur, hevur Evergrande nú ætlanir at selja partabrøv fyri milliardir av krónum.
Kinverska eigarafelagið ætlar at selja partabrøv í Shengjing Bank fyri eitt virði á umleið tíggju milliardir krónur til eitt kapitalumsitarafelag hjá kinverska statinum.
Tað upplýsir skuldarbundna eigarafelagið til keypsskálan í Hong Kong, sambært Reuters.
Tíðindastovan skrivar, at stjórnin í Beijing eggjar almennum feløgum og øðrum almennum stuðlaðum eigarafeløgum til at keypa seg inn í virðisbrævaognir hjá China Evergrande Group.
Felagið hevur seinasta freist í dag til eina gjalding til útlendskar íleggjarar.