Miðnámsskúlanæmingar í Florida eru illir og ørkymlaðir yvir mongu hópskotdrápini, og nú fara tey eftir amerikansku vápnalobbyini.
Í síðstu viku vórðu 17 fólk dripin í Marjory Stoneman Douglas High School, 14 næmingar og 3 lærarar. Ein teirra varð skotin, tá hann sambært vitnum stillaði seg millum brotsmannin og næmingarnar. Ein annar varð skotin, tá hann royndi at fáa næmingar sínar inn í eina skúlastovu.
Brotsmaðurin, 19 ára gamli Nikolas Cruz, ið er fyrrverandi næmingur á skúlanum, varð handtikin og skuldsettur fyri dráp.
Nú hava ungir amerikanarar fingið nokk av politikarum, ið forsvara liberalu vápnalógina í USA. Á sosialu miðlunum og í sjónvarpssamrøðum peika tey ákærandi eftir felagsskapinum National Rifle Association, og politikarum sum t.d. forsetanum Donald Trump.
Við orðunum “Never Again” (Ongantíð aftur, red.) mótmæla tey ungu á sosialu miðlunum, meðan tey leggja ætlan um eina mótmælisgongu í Washington 24. mars. Ætlanin er at leggja trýst á politikarar fyri at fáa teir at avmarka atgongdina til vandamikil skotvápn hjá amerikanarum.
Emma Gonzalez, ein av næmingunum ið yvirlivdi hópskotsdrápið, segði við amerikanska sjónvarpið: Um alt okkara forseti og politikarar kunnu gera, er at senda tankar og bønir, so er tað tíð uppá, at vit, offrini verða tann broytingin, vit mugu síggja.
Síðan 2. grundlógarískoytið (ið viðurkennir rættin hjá borgarunum at bera vápn) varð skrivað, hava skotvápn broytt seg nógv, men lógirnar hava ikki. Eg skilji ikki hví tað skal vera meira torført at gera avtalur við vinfólk í vikuskiftinum, enn tað er at keypa sjálvvirkandi ella hálvsjálvvirkandi vápn í Florida.
Um tit einki gera, fara fólk framhaldandi at doyggja. Tað er uppá tíðina at okkurt verður gjørt, segði hon. Vit fara at verða tey børnini, tit fara at lesa um í lærubókum. Ikki tí at vit fara at verða enn eitt hagfrøðital, men tí at vit fara at verða tað seinasta hópskotdrápið.
Aftaná hendingina í Marjory Stoneman Douglas High School, skrivaði Trump hetta á sosiala miðilin Twitter:
So nógv tekin um, at brotsmaðurin í Florida var sinnisjúkur, enntá blakaður úr skúlanum fyri illavorðnan og óvanligan atburð. Grannar og flokksfelagar vistu, at hann var ein stórur trupulleiki. Má altíð boða myndugleikunum frá slíkum, umaftur og umaftur!
Til hetta svaraði Emma Gonzalez:
Tað gjørdu vit. Fleiri ferðir. Síðan hann gekk í middle school (skúli fyri børn millum 9 og 14 ár, red.). Tað kom ikki óvart á nakran, ið kendi hann, tá tey hoyrdu, at hann stóð aftanfyri hópskotdrápið.
Til tey, ið siga, at vit ikki áttu at víst honum burtur, sigi eg: Tit kendu ikki hendan dreingin. Sinnisjúka er ikki einasta orsøkin til, at hetta (hópskotdrápið, red.) hendi. Hann hevði ikki kunnað skatt líka nógvir næmingar við einum knívi. Hvat við, at í staðin fyri at vit geva offrunum skyldina fyri tað, sum hann gjørdi, geva vit teimum skyldina, ið loyvdu honum at keypa eitt skotvápn?
Tað er hol í høvdið, at ein 19 ára gamal ungur maður ikki kann keypa rúsdrekka, men at hann kann keypa eina AR-15 riflu, ið er eitt krígsvápn, sigur Alex Wind, ein annar næmingur á Marjory Stoneman Douglas High School.
Um forsetin hevði komið upp til mín, og hevði sagt við meg, at tað var ein ræðulig hending, men at einki kundi gerast við tað, segði Emma Gonzalez, hevði eg spurt hann, hvussu nógvar pengar hann fær frá National Rifle Association. Men eg kenni longu svarið: 30 milliónir dollarar. Allir politikarar, ið taka ímóti pengum frá NRA, skammið tykkum.
Kelda: Berlingske