Eingin skúli eigur at revsa næmingar, ið ikki sleppa í skúla fyri veður - ella fyri sjúku, har teir hava læknaváttan.
Tað sigur Djóni nolsøe Joensen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum.
Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur reist málið á tingi har hann hevur spurt landsstýrismannin um hann hevur greiðar mannagongdir fyri, hvussu skúlar skulu bera seg at tá ið næmingar ikki sleppa í skúla tí at samferðslan liggur lamin fyri veður.
Hann sigur, at hann reisir spurningin tí at tað vísir seg, at næmingar á miðnámskúlum halda, at frávera fyri veður, verður brúkt til at skriva næmingin upp fyri ólógliga fráveru.
– Tað hevur javnan verið frammi, at tá veðrið er vánaligt, og almenna ferðslan liggur lamin, eru miðnámsskúlanæmingar um ein háls, sigur Jóhannis Joensen.
Fleiri halda, at teir mugu møta, sama hvussu umstøðurnar eru. Fleiri siga, at hetta eru boðini frá lærarunum, annars verða teir skrivaðir upp fyri at skulka.
– Á summum miðnámsskúlum hava tey fingið at vita, at tey ikki verða skrivað fyri fráveru, men á øðrum miðnámsskúlum verður tey skrivað fyri skulk.
Spurningurin er um næmingarnir fáa at vita at teir ikki skulu seta lív og heilsu í vanda fyri at møta í skúlanum.
Landsstýrismaðurin sigur, at næmingarnir hava møtiskyldu. Men í reglunum verður lagt upp fyri ymsum sløgum av fráveru, eitt nú fráveru av sjúku, og øðrum.
Tað er kortini ikki lagt upp fyri, at næmingarnir ikki fáa møtt fyri veður og samferðslan liggur lamin. Men hann leggur afturat, at allir miðnámsskúlar hava sínar egnu reglur.
– Á flestu miðnámsskúlum eru mannagongdir við talgildari undirvísing, tá ferðasambandið er ávirkað, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Hann sigur, at tá samferðslan liggur lamin, verður undirvísingin talgild og teir flestu miðnámsskúlar hava ítøkiligar mannagongdir fyri fráveru fyri veður. Men annars hava skúlar eisini mannagongdir, har lagt verður upp fyri, at fyri at samferðslan liggur lamin fyri veður.
Men so leggur landsstýrismaðurin dent á, at »eingin skúli eigur at seta í verk agatiltøk móti einum næmingi, ið hevur fráveru orsakað av, at samferðslan er avlýst vegna veður ella vegna skjalfesta sjúku«, sum hann orðar seg.