Skúlafótbólturin liðugur fyri hetta skúlaárið

Eftir ætlan skuldu seinastu umførini í Skúlafótbólti verða hesa vikuna og í komandi viku. Men korona-støðan hevur tíverri forða hesum – og eru restina av umførunum í Skúlafótbólti 2020/2021 avlýst

Tíðindaskriv
10. juni 2021 kl. 10:23

Eftir ætlan skuldu seinastu umførini í Skúlafótbólti verða hesa vikuna og í komandi viku. Men korona-støðan hevur tíverri forða hesum – og eru restina av umførunum í Skúlafótbólti 2020/2021 avlýst.

Vit vilja ikki taka óráð fyri, nú korona-smittan er leys í samfelagnum – og meta tað tí heldur ikki verða rætt at skipa seinastu umførini í Skúlafótbólti, har tað dag um dag høvdu verið savnaði fleiri enn 350 skúlabørn, lærarar og foreldur úr øllum landinum. 

Eins og øll onnur, so eru vit ómetaliga kedd um at hetta gjørdist støðan. Vit eru tó sera fegin um, at áhugin fyri Skúlafótbólti hevur verið so stórur í ár, tí tað hava ongantíð verið so nógv tilmeldaði til Skúlafótbólt áður.

Vit fara nú undir at fyrireika Skúlafótbólt fyri komandi skúlaár og verður meiri at frætta um mánaðarskiftið august/september hvussu umførini í Skúlafótbólti verða leikt komandi skúlaár. Vit kunnu tó longu avdúkað, at spælt verður í Marghøllini, soleiðis at tað ber til at gera nýtslu av góðu kørmunum, sum eru inni á Oyrunum, bæði til fótbólt, klatring, frælsan ítrótt í Marghøllini og svimjing í Páls Høll.

Ein hjartans tøkk til øll, sum hava hjálpt til við fyrireikingum og skipan av Skúlafótbólti í ár, ikki minst takk til høvuðsstuðulin BankNordik, til FSF, til Vágs kommunu – og til tykkum øll, sum luttóku í Skúlafótbólti í ár.

- Vit síggjast komandi skúlaár, skrivar skúlafótbóltur í einum tíðindaskrivi.