Skúlaflokkar aftur raktir av koronu

Ein fyrstiflokkur á Skúlanum á Skúlatrøð og tveir fimtiflokkar á Sankta Frants Skúla eru raktir av koronu og sendir heim. Smittan hevði kortini ikki breitt seg til aðrar flokkar, siga skúlastjórarnir.

Steinar Patursson
3. desember 2021 kl. 13:29

Ein fyrstiflokkur á Skúlanum á Skúlatrøð er raktur av koronu og er sendur heim.

Tað váttar Vagn Foldbo, skúlastjóri.

Vagn Foldbo sigur, at ein næmingur fekk staðfest smittuna týsdagin, og tá hevði skúlin havt klippidag til jólapynt, og at tað tá kanska er skjótari at smitta aðrar næmingar í flokkinum.

Síðan flokkurin varð sendur heim, eru fleiri tilburðir staðfestir í flokkinum, og eisini ein lærari er raktur.

Smittan hevur kortini ikki gjørt um seg í øðrum flokkum, tí skúlin hevur tað, ið stjórin kallar fyri flokseinsemi.

Flokseinsemi gongur í stuttum út uppá, at einstøku flokkarnir hava ikki samband við aðrar flokkar, og eingir felagstímar, so sum ítróttur, verða hildnir í felag. Allir tímarnir verða hildnir fyri flokkarnar hvør sær.

Flokseinsemi er galdandi fyri fyrsta upp til sjeynda flokk. Hjá eldri flokkunum eru so mikið nógvir næmingar, ið antin hava havt koronu ella eru koppsettir, at neyðugt er ikki við flokseinsemi har, sigur Vagn Foldbo.

Eisini á Sankta Frants skúla hevur koronusmittan gjørt um seg, tí har eru báðir 5. Flokkarnir sendir heim, váttar Aslaug Olsen, skúlastjóri.

Aslaug Olsen sigur, at umleið 13 næmingar vóru smittaðir í árganginum, og tí vórðu allir næmingarnir í 5. flokki – um 48 næmingar – sendir til húsar.

Skúlastjórin ger kortini greitt, at smittan er avmarkað til bert tann árgangin, og hinir flokkarnir fylgja skúlagongdini sum vant.

Tað er kanska heldur ikki so løgið, at skúlar verða raktir av høgu smittutølunum, ið gera um seg í løtuni, tí um hugt verður eftir hagtølunum hjá landslæknanum fyri smittuna seinastu dagarnar, sæst, at tey ungu telja framvegis fyri ein stóran part av samlaða smittutalinum.

Frá kanningunum fyrradagin sæst, at 18 av teimum 62 smittaðu vóru undir 11 ár. Fyri tølini 30. November vóru 16 av 62 tilburðum undir 11 ár, og fyri 29. November vóru 25 av 73 tilburðum – meira enn ein triðingur – børn undir 11 ár. Í prosentum eru hesi tølini ávikavist 29 prosent, 25 prosent og 34 prosent.