Skrivaðu tríggjar bøtur - fyri eitt prutl

Og tríggir bilførarar settu koyrikortið í vanda

Áki Bertholdsen
2. oktober 2024 kl. 07:52

Beint fyri døgurða í gjár steðgaði løgreglan einum prutli og tað elvdi til nakað av skriviarbeiði, tí í hesum sambandi vórðu ikki færri enn tríggjar bøtur skrivaðar. 

Talan var um eitt stórt prutl sum hevur loyvi at koyra 45. Aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til tað, er 18 ár, men tað var førarin ikki og sostatt hevði hann ikki koyrikort. 

Tað fær hann bót fyri. Hann hevði eisini eitt fólk sitandi aftan fyri og tað er heldur ikki lov, so nakrar hundrað krónur verða lagdar oman á bótina fyri tað. Og fólki, sum sat aftan fyri, fær eisini bót fyri sita á prutli ólógliga.

Og at enda fær tann, sum eigur prutlið eisini bót fyri at hava lánt einum prutlið, hóast viðkomandi ikki hevði koyrikort. 

Í Klaksvík hendi eitt lítið ferðsluóhapp í gjár har tveir bilar stoyttu saman. ferðin var lítil og eingin fólkaskaði var men bilarnir fingu smávegis skaða. 

Løgreglan sigur, at sum tað sær út nú, er tað annar bilurin, sum ikki helt víkiskylduna. Tá ið slíkt elvir til óhapp, kann bilførarin missa koyrikortið.

Og annars varð løgreglan aftur á ferð við ferðmátaranum. Hesaferð vóru tey í Søldafjørði, á einum strekki har tað er loyvt at koyra 50.

Har fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra beint oman fyri 70.