Malan Joensen, sum er lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya, vardi í gjár, 23. november, bachelor ritgerð sína, sum eitur “Vistskipanir í fjøruni við og uttan rognkelsi”.
Tað skrivar Fiskaaling á heimasíðu sínari.
Síðan skrivar eisini, at verjan gekk væl.
Í verkætlanini hevur Malan kannað 16 ymiskar firðir í Føroyum, fyri at finna útav, hvat lív var at finna og hvørt rognkelsi livdu har. Kanningarnar vórðu gjørdar árið runt og kring alt landið.
Høvuðsniðurstøðurnar frá ritgerðini eru, at fyri at rognkelsi skulu trívast, so má tari við passaligari flatu vera tøkur at "sita" á. Eisini ber til at finna smá rognkelsi, har skúvtari er til staðar, meðan størri rognkelsi eru ikki at finna, har skúvtari er. Ongin greiður samanhangur var ímillum onnur djórasløg, sum liva í taranum, og rognkelsi.
- Vitanin, sum er komin burturúr hesi verkætlan er týðandi, tá metast skal um grundleggjandi tørv og liviumstøður hjá rognkelsi. Hetta er vitan sum kann nýtast í arbeiðinum at skilja og betra um liviumstøður hjá rognkelsi, sum verða brúkt í alivinnuni, sigur Ása Johannesen, granskari í fiskaatferð og fiskavælferð.
Vegleiðarar hjá Maluni Joensen vóru Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, og Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini. Próvdómari var Kirstin Eliasen, granskari á Fiskaaling.
Kelda: Fiskaaling