Skríggjandi pína hvørja ferð

Í sambandi við nýggja granskingarverkætlan hava summi greitt frá, at tey hava mist talið á, hvussu ofta knæið er farið úr lið. Tað er ein skríggjandi pína hvørja ferð, sigur Niclas Eysturoy, sum stendur á odda fyri verkætlanini, ið skal staðfesta, um knæskeljakeiking er arvilig í Føroyum

Steinar Patursson
25. mars 2022 kl. 10:01

Tað er ein skríggjandi pína, tá knæið fer úr lið, og pínan er eins stór hvørja ferð tað hendir.

Niclas Eysturoy stendur fyri stórari granskingarverkætlan, ið skal staðfesta, hvør títtleikin er á knæskeljakeiking í Føroyum, og hvørt talan er um ein arvaligan trupulleika.

Fyribilsúrslitini vísa, at umleið 10. Hvør føroyingur millum 15 og 19 ár hevur upplivað, at knæið er farið úr lið minst eina ferð, og nøkur teirra, ið hava verið til samrøðu hjá Niclasi Eysturoy hava greitt frá, at tey hava mist talið á, hvussu ofta knæið er farið úr lið.

Niclas Eysturoy greiðir frá, at við tíðini læra tey seg sjálvi at seta knæskelina upp á pláss aftur, um tað hendir ofta, men at pínan er ógvislig hvørja ferð.

- Fyrstu ferð knæið fer úr lið, ána tey ikki, hvat er hent. Tey verða lívsforskrekt, tað er ein øgilig pína, og tey liggja bara og rópa og skrála, sigur Niclas Eysturoy og ger greitt, at hjá fleiri teirra, ið fyrstu ferð uppliva, at knæið fer úr lið, kemur knæskelin ikki upp á pláss aftur, fyrr enn tey koma út á sjúkrahúsið. Har verður knæskelin síðani skumpað upp á pláss aftur.

- Siga vit, at á einum stiga frá 1 til 10, var pínan á 10 tann fyrsta hálva tíman, so fer pínan eitt sindur niður, tí ró kemur á, og alt verður doyvt. Men síðani skulu tey ígjøgnum pínuna á 10 eina løtu aftur, áðrenn tað er liðugt, sigur Niclas Eysturoy.

Um 1000 ungir føroyingar hava svara spurnaskema um knæskeljakeiking hjá Niclasi Eysturoy, og um 100 teirra hava greitt frá, at tey hava upplivað í minsta lagi eina ferð at knæið fer úr lið.

Sum partur av granskingarverkætlanini skulu samrøður gerast við øll tey 100, og fleiri av teimum samrøðunum eru longu gjørdar.

Av teimum, sum hava verið til samrøðu, er umleið ein triðingur sendur víðari til útgreiningar fyri knæið, greiðir Niclas Eysturoy frá og ger greitt, at hóast ikki líka nógv fokus hevur verið á knæskeljakeiking sum krossbandsskaða, so eru hesir báðir skaðarnir eins álvarsamir.

Les eisini: Krossbandsskaðar síggjast ofta í fótbólti og hondbólti

Meira er at lesa um trupulleiking við knæskeljakeiking og granskingarverkætlanini hjá Niclasi Eysturoy í Dimmalætting hesa vikuna, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið, og sum kann lesast á netinum her.