Skrapt: Frumsýning av stuttfilmi og konsert við Ókendir

Stuttfilmur um fyrsta Skrapt festivalin, ið varð hildin í fjør, verður frumsýndur komandi leygardag, tá eisini konsert við Ókendir er á skránni

Mynd frá Skrapt 2023: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Fríðmundur Nattestad
12. juni 2024 kl. 11:15

Skrapt festivalurin varð hildin fyri fyrstu ferð í juli í fjør. Fleiri útlendskir miðlar vitjaðu. Millum teirra var íslendski filmsframleiðarin Frosti Jón Runólfsson, eisini kallaður Frosti Gringo, sum m.a. hevur framleitt sjónbond fyri fleiri av fremstu tónleikarunum í Íslandi, eitt nú til lagið “Klettur” av nýggjastu plátuni hjá Sigur Rós.


Frumframsýning fyrst kl 16

Frosti Gringo filmaði ígjøgnum Skrapt dagarnar, frá upplating fríggjadag til endaligu avslappingina í svimjihylinum sunnudag og hevur nýliga lagt seinastu hond á verkið. Stuttfilmurin er liðugur, og komandi leygardag, 15. juni klokkan 16, verður hann vístur fyrstu ferð á stórskíggja Niðri Undir Landskrona. 


- Tað er ókeypis atgongd, og øll eru vælkomin til ókeypis sýningina. Til ber at keypa heitt og kalt at drekka, og vit bjóða ókeypis poppkorn afturvið, siga fyriskipararnir.


Filmurin er góðar 24 minuttir til longdar. Treylari av filminum sæst her:


Seinna sýningin - við Ókendum

Teir átta í Ókendir buldraðu inn á tónleikapallin í apríl í ár, tá teir framførdu sínar allarfyrstu konsertir til Sement. Skrapt avdúkar teir sum fyrsta navnið á skránni í ár, og teir koma eisini at framføra til frumsýningina komandi leygarkvøld klokkan 20, tá Skrapt filmurin verður vístur aðru ferð sama dag, eisini Niðri Undir Landskrona.

Barrin verður opin, og øll eru vælkomin til ókeypis sýning og konsert.


Skrapt 2024

Fyriskipararnir avdúkaðu herfyri, at festivalurin verður hildin aftur í ár og verður vikuskiftið 18. til 20. oktober 2024. Fleiri nøvn til ársins festival verða kunngjørd í næstum.