Fyrireikingarnar til ársins Skúlaleikir eru longu komnar væl áleiðis. Ítróttalærarar hava verið á skeiði og fingið undirvísingartilfar, og umboð fyri ymsu ítróttagreinarnar hava verið kring landið og vitjað flestallar flokkarnar. Nú nærkast av álvara til, at Skúlaleikir aftur fara at savna spentar næmingar kring landið.
Skúlaleikir hava til endamáls at stimbra ítróttalærarar og birta undir rørslu og felagsskap hjá næmingum í miðdeildum kring landið. Undirtøkan vísir seg vera sera góð, og bæði næmingar og lærarar lata væl at.
Skúlaleikir eru fyri 4., 5. og 6. flokkar kring landið
Í ár verða stevnurnar í Vági, Vestmanna, Klaksvík, við Streymin, á Argjum og á Hálsi í Havn. Her sæst yvirlit yvir stevnurnar.
4. flokkarnir fara aftur í ár at royna seg í frælsum ítrótti og flogbólti, meðan 5. flokkarnir aftur í ár sleppa at royna seg í badminton og inniróðri. Sum nakað nýtt eru 6. flokkarnir eisini bodnir við í ár, og næmingar í 6. flokki sleppa at royna seg í kurvabólti og rørslumegi, sum byggir á rørslur frá crossfit-venjing.
Felagsskapur og rørslugleði fyri øll
Skúlaleikir snúgva seg um felagsskap og rørslugleði. Stevnudagarnir eru skipaðir soleiðis, at okkurt er fyri øll og at øll skulu halda okkurt vera stuttligt. Afturat sjálvum rørslutiltøkunum verður eisini skipað fyri felags upphiting, at læra tey at gera sítt egna heppiróp, skipað fyri stuttligum lissukappingum og fjollutar liðmyndir verða tiknar.
Í eftirmetingunum frá 2022 søgdu ítróttarlærarar, at næmingarnir kendu ein sterkan floksfelagsskap, tá tey luttóku á stevnunum. Júst felagsskapurin er ein av aðaltættunum í Skúlaleikum, og tí verður eisini stórur dentur lagdur á felagsskapin - afturat rørslugleðini - aftur í ár.
Her er stutt filmsbrot frá landsstevnuni í 2022.
Tað er ÍSF sum hevur tikið stig til og samskipar Skúlaleikir. Betri stuðlar leikunum og samstarvapartarnir eru Kommunufelagið, Fólkaheilsuráðið, Undirvísingarstýrið og Fróðskaparsetrið.