Norð Festivalurin:
Fólkakæri danski bólkurin TV-2 verður millum høvðusnøvnini í ár, og teir fara á pallin 20.00. Annars sæst úr skránni at talan verður um tríggjar pallar. Dagurin byrjar longu kl. 10.00 við ókeypis morgunmati fyri øllum gestunum, áðrenn Steintór og Rakul Ró kl. 11.15 fara syngja Kular Røtur fyri børinum og øllum barnsligu sálinum í stóra tjaldinum. Spælilandi letur upp kl. 12.00, eins og aftur í ár fara Viðingar at fletta eina kúgv kl. 12.30. Hotel Norð bjóðar sum vant eina vælsmakkandi buffet frá kl. 14.00.
Talan er um ein langan og fjølbroyttan tónaleikan dag, tí kl. 15.00 spæla Rut & Mikkjal á hugnaligu terassuni, og tann steinasta konsertin verður við Grandma´s Basement á stóra palli kl. 03.00. Talan er verður 15 ymiskar tónleika framførðslur gjøgnum dagin.
Fyriskiparnir siga í skrivi at í ár verður tjóðstarta eitt sindur fyrr, tí longu fríggjakvøldið 30.Aug kl. 20.00 verður hugnaløta og felagssangur við Jóanis Erik Køtlum, Jóannes Hjá Rosu, og Eyðun á Lakjuni á Hotel Norð fyri festival gestum, umframt at Bjarki Hansen kemur at spæla nøkur løg. So øll skulu vera hjartaliga vælkomin norð longu fríggjakvøldið, har eisini møguleiki verður at fáa armband á.
Niðanfyri ber til at síggja skránna til ársins Norð Festival, sum verður hildin 31.Aug.
Stóri Pallur:
18.00: Jens Marni Hansen
20.00: TV-2
22.30: Týr
00.00: Eyðun, Terji og Kim
02.00 Vágaverk
03.00 Grandma´s Basement
Tjaldið:
11.30: Rakul Ró og Steintór syngja Kular Røtur
16.30: Brandar
19.00: Ester Skála
21.30: Karl Martin Samulsen
01.00: Signar í Homrum v/bolki
Terassan:
15.00: Rut & Mikkjal
15.45: Maria R. á Heygum
17.15: Døgg Nónsgjógv