G! festivalurin byrjar komandi hósdag, og í tí sambandi er skráin nú vorðin almenn.
Í ár eru fýra pallar: Sandurin, Spæliplássið, Fjósið og nýggja hölið Rönn, ið m.a. leggur pall til alt frá bókmentatiltøkum og kjaki til sigarbarr.
Á skránni sæst millum annað, at danska veitslumaskinan Specktors fer á pall hóskvøldið kl. 00.45 og setur Unz Unz í dansigólvið. Eisini sært tú, at bæði Eivør og Highasakite fara at fylla sandin ávikavíst kl. 20.15 og 22.45 fríggjakvöldið. Fyri ikki at tosa um The Longest Johns, ið fara at halda eina rætta sjórænaraveitslu leygardagin kl. 20.30, áðrenn heimshittini hjá Of Monsters and Men fara at ljóma um alla Götuvík frá kl. 22.45, og Swangah bjóðar til veitslu á sandinum kl. 01.00.
Skráin: