Skráin á Voxbotn 2024

Í morgin verður ársins Voxbotn hildið í Vágsbotni í Havn.

Ragnar Sjúrðarson
28. juni 2024 kl. 20:00

Síðan 2012 hevur Voxbotn verið startskotið til summarið hjá fleiri túsund glaðum gestum úr øllum landinum.

Í ár verður onki undantak, tí í morgin verður ársins Voxbotn hildið í Vágsbotni í Havn, har góð tónleikanøvn – bæði útlendsk og føroysk – fara á pall fyri einum útseldum Voxbotn frá kl. 15:00-02:00.

Longu klokkan 15:00 letur ókeypis nósa-barnaland upp á vaglinum, samstundis sum Sámal Ravnsfjall fer at framføra á Bryggjubakka.

Klokkan 02:00 rundar, háaktuelli og eitt hitt heitasta navnið í donskum popptónleiki, Tobias Rahim Voxbotn 2024 av.

Sí skránna: