Orð og tónar tann 21. septembur kl. 20.00 á Reinsarínum tekur tvey evni upp:
- Hvussu lætt er tað at avtaka eitt fólkaræði
- Hvussu geva vit norðurlendingum innlit í okkara bókmentir
Heimurin í gjár kann skjótt verða heimurin í morgin
Fyrsta árið seinna heimsbardagi leikar á, skrivar Stefan Zweig – tá tann mest lisni evropiski høvundurin – sítt seinasta verk, áðrenn hann doyr fyri egnari hond. Hann skrivar um, hvussu hansara heimur var skipaður, áðrenn Hitler og hansara harðræðingar komu fram at valdinum. Minnissøgan Die Welt von Gestern sigur frá, hvussu væl skipað tann trygga tilveran var, áðrenn hon smokkaði saman undir nasistiskum yvirræði. Hvussu kundi tað bera til, at heimsins best skipaðu lond so brádliga kundu geva eftir fyri so ræðuligum politiskum mátti og fara í smildur?
Knút Olsen hevur flutt okkum meistaraverkið yvir í føroyskt.
Føroyskur skaldskapur kagar út um eingjagarðarnar.
Jógvan Isaksen, sum hevur undirvíst í føroyskum bókmentum á universitetinum í Keypmannahavn í sløk 40 ár, hevur nú skrivað føroyska bókmentasøgu á donskum, sum fer at gera tað møguligt hjá norðurlendingum at kunna seg um alt, vit millum ár og dag hava skapt og varðveitt av bókmentum á føroyskum.
Bergur Djurhuus Hansen fer at práta við Jógvan. Teir fara at taka upp áhugaverdar tættir, sum t.d. hvussu vit lýsa undangongufólkini, ið løgdu lunnar undir nýggjan føroyskan skaldskap? Ber tað til at viðgera miðaldarkvæðini sum bókmentir á sama stigi sum nútíðar bókmentir, tá ið vit ikki vita, hvussu tey hava sæð út í miðøldini?
Tónleikin hetta kvøldið eigur Kári Sverrisson.
Skráin er henda:
Kl. 19.30: Dyrnar lata upp, og bøkurnar fáast til keyps fyri serprís
Kl. 20.00: Sjúrður Ravnsfjall býður tykkum vælkomin
Kl. 20.05: Jonhard Mikkelsen sigur eitt sindur um heimsklassikaran Heimurin, ið var, og stutt forsýning til spildurnýggja filmin, ið byggir á hesa bók verður sýndur.
Kl. 20.20: Jógvan D. Hansen, heimspekingur, fer at hugleiða um tættir í bókini Heimurin, ið var.
Kl. 20.40: Kári Sverrison spælir tvey løg
Kl. 20.50: Steðgur verður í 20 minuttir, har høvið verður at keypa bøkurnar og fáa tær signeraðar.
Kl. 21.10: Færøsk litteraturs historie. Bergur Djurhuus Hansen hevur viðtal við Jógvan Isaksen um nýggju bókmentasøguna.
Kl. 21.40: Kári Sverrison spælir tvey løg
Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið Sprotin og Reinsaríið skipa fyri, har endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan.