Um 19-tíðina í gjár var ein skottilburður í miðbýnum í Reykjavík.
Sambært íslendska miðlinum Vísir fekk løgreglan í Reykjavík um 19 tíðina boð um ein skottilburð í skeinkistaðnum Dubliners.
Løgreglan greiðir frá, at ein maður gekk inn á Dubliners og læt eitt skot av, áðrenn hann slapp sær til rýmingar. Skotið rakti veggin við barrdiskin.
Eygnavitni á staðnum siga sambært Vísir, at talan var ivaleyst um eina høglbyrsu, tí høgl vóru at síggja í vegginum, og á einum skelti oman fyri barrdiskin.
Vápnað løgregla var saman við sjúkrabili skjótt á staðnum. Eingin fekk álvarsligan skaða av tilburðinum, men eitt fólk hevði meiðslað sær høvdið, meðan eitt annað fólk óttaðist, at skotið hevði gjørt skaða á hoyrnina.
Løgreglan hevur váttað, at skotvápnið varð funnið skamt frá Dubliners, men skotmaðurin er ikki funnin enn.
Løgreglan hevur tí heitt á viðkomandi um at melda seg sum skjótast.