Løgreglan í Oslo skrivaði í gjárkvøldið á Twitter, at ein maður var skotin á Tordenskioldsgata í miðbýnum í Oslo.
Løgregluovastin Grete Lien Metlid váttaði á tíðindafundi seint í gjárkvøldið, at skotni maðurin var deyður av løstunum, hann fekk.
Tað skrivar NRK.
Løgreglan sigur, at málið verður kannað sum eitt dráp, og at ein maður er handtikin í samband við skottilburðin.
Sambært løgregluni í Oslo kenna menninir hvønn annan. Talskvinnan fyri løgregluna Mette Yvonne Larsen sigur, at tað var mistonkti gerningsmaðurin sjálvur, sum boðaði frá hendingini og ringdi eftir hjálp.
Eitt vitni sigur við NRK, at hann sá ein mann skjóta eftir einum manni, ið sat í einum bili. Vitnið sá eisini, at tann mistonkti varð handtikin.
Til tíðindafundin í gjárkvøldið bað løgreglan fólk um hjálp, tí fleiri vitni vóru til hendingina.