- Renni so langt vekk sum tit kunnu!
Tað vóru boðini, sum Eyðstein Lyngvej, kona hansara og eini 50 onnur fingu frá løgregluni, tá tey komu niður til útgongdina við Bilka, sum liggur í veghæddini í Fields.
- Tá vit komu niður var politiið komið, og tey róptu á okkum um at renna út so skjótt sum vit kundu og at renna so langt vekk sum vit kundu. Eg haldi bestment at eg havi runnið hálvanannan kilometur, sigur Eyðstein Lyngvej.
Hann hoyrdi ikki fyrstu skotini sjálvur, men kona hansara hoyrdi tey, og eina lítla løtu seinni var alt í einum ruðulleika, tí fólk royndu at sleppa til rýmingar.
Eyðstein og konan eru í Keypmannahavn í privatum ørindum, saman við børnunum, og tey valdu at brúka dagin í Fields.
- Tíbetur vóru vit einsamøll, annars hevði tað ivaleyst verið munandi verri, tí hatta var ein ótrúliga óhugnalig uppliving, sigur hann.
Eyðstein Lyngvej greiðir frá, at tey mundu vera umleið hálvthundrað fólk samlað á ovastu hædd, har matstovurnar eru, og tey vóru fyrst leidd út á tekjuna á keypsmiðstøðini.
- Vit fóru síðan inn í bygningin aðrastaðni og skuldu so haðani niður ígjøgnum einar trappur, sum so skuldu føra okkum út, men tá vit komu nakað niður funnu vit útav, at vit gingu niður ímóti staðnum, har sum byrsumaðurin byrjaði, greiðir Eyðstein Lyngvej frá.
Tað vil siga, at tit gingu niður ímóti staðnum, har sum hann skeyt?
- Ja, ella har sum hann byrjaði at skjóta. Og tá vit funnu út av tí fóru vit uppaftur, sigur hann.
Hvussu var standurin hjá tykkum tá?
- Fólk vóru bangin og vildu sleppa út, og har var ein maður, sum breyt eina hurð inn til eina skrivstovu, men hann slapp so ikki víðari haðani, og tað gjørdu vit heldur ikki nakran annan veg. Tí bíðaðu vit eina løtu og fóru so niður ígjøgnum ta trappuna, sum vit royndu fyrru ferð. Tá var maðurin burtur og vit sluppu út, sigur Eyðstein Lyngvej.
Spurdur, hvussu støðan var inni í Fields, sigur hann, at alt var ein ruðulleiki. Fólk runnu fyri at sleppa í tryggleika.
- Tað var sum at vera við í einum filmi. Vit fóru krúpandi niður tappurnar og lúrdu um hornini, áðrenn vit runnu víðari, og har fleyt við øllum møguligum allastaðni, sum fólk høvdu mist, greiðir Eyðstein Lyngvej frá.
Spurdur, hvussu nógv fólk var inni í Fields seinnapartin, svar Eyðstein Lyngvej, at har var øgiliga nógv fólk inni.
- Har er ein konsert í Royal Arena (Harry Styles spælir, blðm.), so har vóru sera nógv fólk í dag, og tí vóru nógv fólk sum skuldu fáast út, sigur hann.
Eyðstein og konan gjørdu skjótt av, tá tey vóru komin í tryggleika. Tey lupu inn í ein hýruvogn, sum stóð við miðstøðina, og hann koyrdi tey heim. Nú sita tey og royna at fáa tamarhald á kenslunum.
- Hetta skal sodna ordiliga. Tað var ein øgiliga dramatisk uppliving, sum vit helst høvdu verið fyriuttan, sigur Eyðstein Lyngvej.
Niðanfyri er ein myndarøð við myndum frá EPA, sum eru tiknar av ruðulleikanum í dag.