Skottilburður í Fields: Kongshúsið mælir til samanhald og umsorgan

Danmark er endað ovast á breddanum í miðlunum eftir syrgiligu hendingarnar í Fields í dag, sum hava sett djúp spor allastaðni. Í kvøld koma samkensluheilsanir úr øllum herðashornum, og kongshúsið og forsætisráðharrin mæla til at standa saman og stuðla hvørjum øðrum

Løgreglan førir her handtikna mannin burtur frá Fields. Talan er um ein 22 ára gamlan dana, segði løgreglan fyrr í kvøld (Mynd: EPA-EFE)
Sveinur Tróndarson
3. juli 2022 kl. 23:34

Tað hevur rakt danska samfelagið hart, at ein 22 ára gamal maður seint seinnapartin brádliga fór at skjóta frá hond í størstu handilsmiðstøðini í Danmark, Fields.

Fólk allastaðni eru skelkað, men allarmest tey, sum hava verið í nánd, og tað sæst og hoyrist á teimum samrøðum, sum miðlar hava havt við fólk, sum vóru á staðnum, tá tilburðurin var.

Enn er tal ikki sett á, hvussu nógv fólk eru deyð og særd, men á tíðindafundi fyrr í kvøld segði Søren Thomassen, leiðandi politiinspektørur, at fleiri fólk eru dripin og fleiri eru særd.

Tað vóru nógv fólk í Fields í dag, og ein av orsøkunum til tað var, at tað skuldi vera ein konsert í Royal Arena, sum liggur beint við Fields, við Harry Styles, og nógv av teimum, sum skuldu til konsertina, vóru farin í Fields áðrenn.

Hendingarnar hava sum vera mann fingið nógv til knappaborðini, millum annað kongshúsið og forsætismálaráðfrúan.

Í síni fráboðan lýsa drottningin og krúnprinsaparið sína samkenslu við teimum, sum á ein ella annan hátt eru rakt av hendingini. Eisini mæla tey fólki til at vísa samanhald og umsorgan fyri hvørjum øðrum.

Eisini Mette Frederiksen hevur sent út eina almenna fráboðan.

Hon staðfestir, at Danmark er rakt av einum ógvusligum álopi, har fleiri fólk eru dripin og enn fleiri eru særd. Ósekar familjur, sum vóru til handils ella úti og ótu. Børn, ung og vaksin.

Eisini forsætisráðfrúan sendir sína samkenslu og eisini hon mælir dønum til at standa saman og stuðla hvørjum øðrum.