Fleiri skotskir sjómenn eru farnir at selja fiskin í Danmark. Orsøkin er at Brexit hevur gjørt tað trupult at selja fiskin í Skotlandi.
I Hanstholm hava tey merkt økta áhugan hjá skotskum skipum at selja fiskin har. Jesper Kongsted, sum arbeiðir á gólvsøluni í Hanstholm sigur við danska Altingið, at tey tosa nú við 10 til 15 nýggj skotsk skip og at fleiri teirra hava meiri enn 50 tons í lastini. Jesper Kongsted metir at áleið 30-40 prosent av teimum 1300 tonsunum, sum eru seld á gólvsøluni í ár, koma frá skotskum fiskiskipum.
Umsitingarlig krøv og trupulleikar við flutningi órógva
Eksportørar í Skotlandi hava trupulleikar við at flyta fiskin inn í ES orsaka av øktum umsitingarligum krøvum og trupulleikar við flutningi eftir Brexit. Úrslitið eru stór prísfall á m.a. stóra fiskamarknaðinum í Peterhead í Skotlandi.
Jesper Kongsted metir, at skotsku sjómenninir kunnu tjena 100.000 til 200.000 krónur við at selja fiskin í Danmark heldur enn í Skotlandi.